Póllendingur útvístur fyri harðskap

Póllendingur útvístur fyri harðskap
Maðurin fekk eisini fongsulsrevsing í Føroya rætti, men hann hevur skotið dómin inn fyri landsrættin
 
11.05.2022 - 13:41

Ein 28 ára gamal maður er í Føroya Rætti dømdur 40 daga fongsulsrevsing fyri harðskap, sum var framdur í náttarlívinum í Havn. 

Hann var ákærdur fyri at hava sligið ein mann fleiri ferðir í andlitið.

Maðurin, sum er pólskur ríkisborgari, er samstundis útvístur úr Føroyum, og hevur fingið innferðarbann í trý ár. 

 

Til Føroya at arbeiða

Maðurin er fyri stuttum komin til Føroya at arbeiða, og hevur at kalla einki tilknýti til landið. 

Føroya Rættur gjørdi av, at maðurin skal sita dómin beinanvegin, og Eystari Landsrættur hevur staðfest hesa avgerð.

Maðurin hevur skotið dómin inn fyri Eystara Landsrætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947