- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú liggur Erla Kongsdóttir

Strandferðslan hevur aftur trupulleikar í morgun, tí nú hevur Erla Kongsdóttir eisini brek. Erla Kongsdóttir skuldi sigla út í Hest klokkan 8.45, og úr aftur Hesti til Havnar kl. 9.30. Men tann túrurin er seinkaður, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.
Nærri boð koma sum skjótast, verður sagt.
Bjargingarbáturin Lív siglir í løtuni á Nólsoyarleiðini, tí Erla Kongsdóttir fær ikki røkt siglingina. Hann fór fyrsta túrin av Havnini til Nólsoyar fyri 20 minuttum síðani, sambært heimasíðuni.
Á Sandoyarleiðini eru trupulleikar við Hasfjord, og tí siglir Ternan eykatúrar.
Boðað verður frá, at avmarkað pláss er við Ternuni, og akfør sum eru longri enn 6 metrar, mugu bíleggja pláss.