![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2021-09-16-11h22m47s225.png?itok=FGR511kT)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost ætlar at útflyta 100.000 tons um fýra ár
Bakkafrost ætlar at útflyta 100.000 tons um fýra ár
Í løtuni tekur Bakkafrost sløk 70.000 tons av laksi í Føroyum um árið, so alast skulu 30.000 tons aftrat
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2021-09-16-10h42m48s704.png?itok=1GMDul_1)
Bakkafrost noyðist at gera stórar íløgur fyri at røkka málinum um at ala 100.000 tons í 2026, bæði í Føroyum og Skotlandi.
10.05.2022 - 13:46
Bakkafrost arbeiðir framvegis fram ímóti, at útflutningurin av laksi úr Føroyum skal vera 100.000 tons í 2026.
Tað krevur stórar íløgur í m.a. smotltstøðir, so alingin í størri mun verður flutt upp á land.
Í løtuni tekur Bakkafrost sløk 70.000 tons av laksi í Føroyum um árið, so alast skulu 30.000 tons aftrat.
Málið er framvegis tað sama, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti:
1526585
Fyrsta ársfjórðing í ár var úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum 405 milliónir kr. eftir skatt.
Felagið tók 17.500 tons av laksi í Føroyum og 4.000 tons í Skotlandi.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV