- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danska stjórnin umskipað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nyggir_radharrar.jpg?itok=qo4h5K9t)
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur umskipað stjórnina eftir at Nick Hækkerup, sum hevur verið løgmálaráðharri, er givin í politikki.
Nick Hækkerup tekur við starvi sum stjóri í Bryggeriforeningen.
Mette Frederiksen sigur, at hon harmast um, at Nick Hækkerup gevst sum ráðharri og í politikki.
- Eg havi verið sera fegin um at samstarva við, sigur forsætisráðharrin.
Nýggjur løgmálaráðharri verður Mattias Tesfaye, sum hevur verið ráðharri í útlendinga- og integrasjónsmálum.
Kaare Dybvad Bek, sum hevur verið innanríkis- og bústaðarmálaráðharri, verður nýggjur ráðharri í útlendinga- og integrasjónsmálum.
Christian Raberg Madsen, sum hevur verið politisku framsøgumaður hjá sosialdemokratunum í fólkatinginum, verður innanríkis- og bústaðarmálaráðharri.