- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn ein H71-spælari uttanlands
Strikuspælarin úr H71, Pætur Mikkjalsson, skiftir til svenskan hondbólt, skrivar h71.fo.
Hann skal komandi kappingarár umboða Amo Handboll, sum spælir í næstbestu svensku deildini. Allsvenskan.
Heimasíðan hjá H71 skrivar, at svenska felagið, sum í fjør bert væntaði eitt stig fyri at flyta upp, setti seg í samband við føroyska strikuspælaran undan play-off dystinum ímóti Týsklandi.
- Í Pæturi síggja vit ein spælara við royndum og hugburði, sum kann vera við til at betra dygdina á liðnum í bæði verju og álopi, sigur Amo Handboll í morgun í tíðindaskrivi
Útflyta í stórum stíli
Pætur Mikkjalsson er ein av fleiri spælarum úr meistaraliðnum í Hoyvík, sum nú skal spæla uttanlands.
Fyri bert tveimum døgum síðan varð kunngjørt, at evnaríki vongurin, Janus Dam Djurhuus, fer til ÍBV í Íslandi at spæla, har Dánjal Ragnarsson longu spælir.
Bæði Pauli og Óli Mittún eru eisini á veg útum landoddarnar. Pauli skal spæla við Kristiansand saman við Helga Hoydal, og Óli er á veg til IK Sävehof, har Elias á Skipagøtu telist millum stuðulsspælararnar.
Harafturat fer málverjin, Pauli Jacobsen, til Fraklands, har hann skal spæla við JS Cherbourg Manche, sum spælir í næstfremstu deildini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Pætur Mikkjalsson roynir seg uttanlands. Hann hevur fyrr spælt við SUS Nykøbing í Danmark og seinast í íslandi við KA á Akureyri, har hann spældi saman við Áka Egilsnes, Allani Norðberg og Nicholas Satchwell.