Russar hava higartil oyðilagt fyri 412 mia. kr. í Ukraina

bannari
Russar hava higartil oyðilagt fyri 412 mia. kr. í Ukraina
Heimsbankin sigur, at fyribils eru oyðileggingrnar av krígnum í Ukraina mettar til 412 milliardir krónur.
Oyðileggingarnar í Ukraina av russisku innrásini eru sera umfatandi
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
22.04.2022 - 08:19

Oyðileggingarnar av bygningum og infrakervi í Ukraina orsakað av krígnum eru øgiligar.

Heimsbankin sigur, at fyribils eru oyðileggingrnar mettar til 412 milliardir krónur. 

Upphæddin fer at hækka, so leingi kríggið varar, sigur stjórin í Heimsbankanum, David Malpas sambært Reuters.

48 mia. kr. í mánaðin

Kríggið er framvegis í gongd, so útreiðslurnar hækka framvegis, segði hann á ráðstevnu í gjár, sum forsetin í Ukraina,  Volodymyr Zelenskyj, luttók á umvegis videosamband. 

Hann metir, at Ukraina hevur brúk fyri 48 milliardum krónum um mánaðin fyri at kunna svara fíggjarliga smeitinum í kjalarvørrinum av innrásini hjá Russlandi.

- Russiska hermegin miðar eftir at oyðileggja alt í Ukraina, sum virkar sum búskaparligt grundarlag fyri lívi okkara her. Eitt nú jarnbreytarstøðir, matvørugoymslur, oljureinsiverk og annað, sigur Zelenskij sambært tíðindastovuna, AFP.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835