Svikaðu fyri 3,7 mia. kr. í bitcoins

Svikaðu fyri 3,7 mia. kr. í bitcoins
Sambært týsku ákærumyndugleikunum, hevur eitt altjóða netverk svika fyri meir 500 mió evrir, tað eru áleið 3,7 milliardir krónur í bitcoins
Fólk eru svikað fyri 3,7 mia. kr. í bitcoin
Mynd: Shutterstock.com  
 
21.04.2022 - 14:30

Eitt risastórt mál um svik við bitcoins, og øðrum kryptogjaldoyrum, er nú komið undan kavi.

Sambært týsku ákærumyndugleikunum, hevur eitt altjóða netverk svika fyri meir 500 mió evrir, tað eru áleið 3,7 milliardir krónur.

Sambært Europol, er svikið framt við at geva fólkum skeiv íløguráð, við at siga fólkum, at tey settu penging í kryptogjaldoyra Bitcoin.

Fólkini rindaðu pening á ymsar heimasíður, sum brotsfólkini skipaðu fyri, í trúnni, at tey gjørdu íløgur í kryptogjaldoyra.

Gjørt húsarannsóknir

Týska politiið og europol gjørdu í heyst húsarannsóknir ymsastaðni í Evropa - millum annað í høvuðsstaðnum í Bulgaria, Sofia. Har vóru um 100 fólk í einari telefonmiðstøð, sum ringdu til fólk kring evropa og søgdu seg vera íløguráðgevar.

Sambært heimasíðuni hjá danska kringvarpinum eru tað møguliga 10 túsundatals fólk, sum eru vorðin snýtt í hesum málinum, harav danska løgreglan íløtuni kannar 48 tilburðir um svik, sum møguliga hava samband við altjóða netverkið í Danmark.

- Tað hevur verið eitt sera effektivt og umfatandi svik av brotsfólkunum, sum hava sannført hesi fólkini at gera íløgur í kryptogjaldoyra. Tað sigur Torben Nielsen, KT-trygdarserfrøðingur.

bitcoin1

Hava fólk keypt sær kryptogjaldoyra, so er skipanin í høvuðsheitum trygg, so leingi tey ansa eftir loyniorðum, sigur Torben Nielsen

bitcoin2

Kryptogjaldoyru eru ikki tengd at nøkrum landið, og eru ikki til sum veruligt gjaldoyra, men eru bert til í teldum.

bitcoin3

Segði Torben Nielsen, KT-trygdarserfrøðingur.

Politiið í Føroyum er ikki vitandi um, at føroyingar hava verið partur av stóra málinum um svik við íløgum í kryptogjaldoyru, men kennir tó til onnur mál, har fólk vera lokkað at gera íløgur á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155