Inntøkur frá sølu av almennum ognum kunnu fara í búskapargrunn

Inntøkur frá sølu av almennum ognum kunnu fara í búskapargrunn
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur, at tað ber til at koyra inntøkur frá sølum av almennum ognum í búskapargrunn
Sølan av ognarlutunum í Smyril Line og Tjaldur metir Fíggjarmálaráðið ikki er ein einskiljing
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2022 - 07:49

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, spurdi Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvat ætlanin er at brúka inntøkurnar av einskiljingum av almennum ognum til. 

Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, svarar at tað ber til at koyra inntøkur frá sølum av almennum ognum í búskapargrunn.

Fyrispurningurin er í trimum, har fyrsti partur snýr seg um inntøkur av einskiljing av almennum ognum.

Í øðrum lagi, hvat er at rokna sum inntøka av einskiljing.

Og í triðja lagi um inntøkurnar av eini møguligari sølu av almennu ognarlutuinum í Smyril Line og Tjaldu eiga at fara í Búskapargrunnin.

Úr almenna geiranum í privata

Til spurning 1 og 2 svarar Uni Rasmussen, at hugtakið einskiljing er lýst í frágreiðingini um einskiljingar frá 2001.

Har stendur, at einskiljing ella privatisering merkir at flyta framleiðsluvirksemi úr almenna geiranum til privata geiran.

Til triðja spurningin svarar landsstýrismaðurin, at tað er ivasamt, um søla av partabrøvum í vinnufeløgum, sum reka virksemi á haldilsligum grundarlagi, og har landið eigur ein avmarkaðan ognarlut, kann roknast sum einskiljing. Hetta hóast tað í dagligari talu javnan verður nevnt soleiðis.

Sølan av ognarlutunum í Smyril Line og Tjaldur metir Fíggjarmálaráðið ikki er ein einskiljing og verður tí ikki serstakt flutt í Búskapargrunnin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155