Hevur ikki slept málinum um gongd í haga

Hevur ikki slept málinum um gongd í haga
Málið um gongd í haga verður framvegis viðgjørt, men partarnir tykjast ikki at hava felags fatan av rættarstøðuni, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum.
 
08.04.2022 - 15:55

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, hevur kunnað landsstýrið og samgonguna um, at tann semjan, sum samgonguskjalið leggur upp til um gongd í haga, er ikki í eygsjón. 

Tað sigur hann í svari til grein 52-fyrispurning hjá Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum í dag.

Hóast landsstýrismaðurin ásannar, at tað torført at finna eina loysn, so hevur hann ikki slept málinum.

Málið er framvegis í viðgerð, og tí vil landsstýrismaðurin ikki svara, hvørjar ítøkiligu avbjóðingarnar eru ímillum partarnar. 

 

Eyðdis Hartmann Niclasen hevur fingið svar frá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, um gongd í haga.

 

Ósemja um rættarstøðu

Tó vísir hann á, at talan er um fleiri ítøkiligar avbjóðingar, av ideologiskum og praktiskum slag.

Avbjóðingarnar eru eisini merktar av, at partarnir tykjast ikki hava felags fatan av galdandi rættarstøðu. 

Saman við umboðum fyri hinar samgonguflokkarnar arbeiðir landsstýrismaðurin í løtuni við at finna eina politiska loysn, sum kann flyta málið fram á leið, sigur Magnus Rasmussen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035