Nú eru fleiri enn fýra milliónir flýdd úr Ukraina

Nú eru fleiri enn fýra milliónir flýdd úr Ukraina
Nógv tey flestu eru flýdd til grannalandið Pólland
Nýggjastu tølini vísa, at nú eru fleiri enn fýra milliónir fólk flýdd úr Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.03.2022 - 15:22

Meira enn fýra milliónir fólk eru nú flýdd úr Ukraina, síðani Russland 24. februar gjørdi innrás í landið.

Tað vísir yvirlitið hjá ST-stovninum fyri flóttafólk.

Nýggjasta talið er frá í gjár, og tað er 4.019.287 fólk.

Flestu flóttafólkini, 2,3 milliónir, eru flýdd til grannalandið Pólland, 600.000 eru flýdd til Rumenia og nærum 400.000 til Moldova.

 

Milliónir flýggja í Ukraina

Fleiri milliónir fólk flýggja eisini í Ukraina undan russisku álopunum.

Altjóða Reyðikrossur og Reyði Hálvmáni, IFRC, upplýsir, at umleið 18 milliónir fólk í Ukraina hava tørv á humaniterari hjálp í løtuni.  

Leiðarin fyri IFRC, Francesco Rocca, sigur, at ukrainski Reyðikrossur hevur, síðani innrásin byrjaði, hjálpt 400.000 fólkum við mati, seingjarklæðum, teppum, tjøldum og vatni. 

- Eingin í Ukraina er sloppin undan krígnum, sigur Rocca.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878