Havnarmenn eru talvmeistarar

Havnarmenn eru talvmeistarar
Hetta er 25. ferð, at Havnar Telvingarfelag vinnur FM-heitið
Talvkappingin fyri lið er nú liðug
Mynd: Savnsmynd  
 
27.03.2022 - 10:49

Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi. Spenningurin helt sær til síðsta leik í avgerandi dystinum í gjár millum Havnina og Sandavág.

Dysturin endaði javnur 2-2. Avgerðin fall til endans á 1. borði. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann í drúgvum talvi á Rógva Egilstoft, og tá var greitt, at Havnar Telvingarfelag hevði tryggjað sær sítt 25. FM-heiti í fremstu deildini.

Havnarmenn fingu 30½ stig og vágamenn 29½. Klaksvíkar Talvfelag endaði nummar trý við 18 stigum. Sandavágs Talvfelag var føroyameistari í fjør.

Kollafjarðar Talvfelag vann 2. deild og flytur upp í 1. deild. Havnar Telvingarfelag vann 3. deild, og Sandavágs Talvfelag vann 4. deild. 

Føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar verður í ár norðuri á Eiði. Talvfelagið Rókur í Sundalagnum skipar fyri kappingini. FM-einstaklingakappingin verður sum vant um páskirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946