Landsstýrismaðurin: Sambýlið skal byggjast á Argjum

Landsstýrismaðurin: Sambýlið skal byggjast á Argjum
Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður, væntar, at endaliga byggiloyvið til heimið til fólk við menningar- og rørslutarni verður samtykt í dag
Sólvit Nolsø er landsstýrismaður í almannamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2022 - 16:30

So skjótt sum Tórshavnar kommuna hevur givið Almannamálaráðnum byggiloyvi til sambýlið í Reynstúni á Argjum, byrjar arbeiðið. Og byggiloyvið verður givið á býráðsfundi í dag

Fólk við menningar- og rørslutarni fara at búgva í sambýlinum, har 18 búeindir vera.

Býráðið og Almannamálaráðið hava samráðst í drúgva tíð, og nú væntar Sólvit Nolsø, landsstýrismaður, at komið er á mál.

Hann ivast ikki í, at endaliga byggiloyvið verður givið á býráðsfundinum í dag:

 

1517318


 

Byggi- og býarskipanarnevndin og Fíggjarnevndin hjá býráðnum, hava báðar mælt til at lata býráðið taka avgerð um endaliga byggiloyvið, og tað verður gjørt í dag, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri:

 

1517320

 

Dagført klokkan 17:30

Býráðið hevur fyri løtu síðani einmælt samtykt at geva byggiloyvi í Reynstúni. Allir 13 býráðslimirnir atkvøddu fyri.

Soleiðis fer nýggja sambýlið í Argjum at síggja út. (Mynd: Landsverk)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035