- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisfelagsskapurin eingin treyt, men lánveitarar skulu kunnast

Eingin treyt er í lánsavtaluni um fígging til Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum í tíðarskeiðnum, sum avtalan fevnir um.
Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni.
Men í avtaluni eru ávísar treytir, sum galda fyri bæði lántakara og lánveitarar.
Skulu kunnast
Koma týðandi broytingar, skal partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar kunna lánveitararnar um tað, og bjóða teimum at fáa restlánið afturgoldið.
Tílíkar broytingar kunnu vera, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum, at landið selur ognir í felagnum, ella heimildin hjá felagnum at reka tunlarnar verður broytt.
Vilja lánveitarar av hesum orsøkum fáa lánsbrøvini afturgoldin í ótíð, verður neyðugt at endurfíggja tann partin av skuldini, sigur Uni Rasmussen í svarinum til Jaspur Langgaard.
Galdandi til 2040
Tunnilsfelagið fekk fígging til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í desember í 2016 við keypsavtalu um lánsbrøv til útlendskar og føroyskar keyparar.
Avtalan gongur til 31. januar í 2040.