Moody´s ger regluligar metingar fyri BankNordik

Moody´s ger regluligar metingar fyri BankNordik
Metingarnar kunnu vera við til at draga fleiri íleggjarar til bankan
BankNordik sigur, at nógvir stórir íleggjarar, gera bara íløgur í fyritøkur, sum hava kredittmeting.
 
22.03.2022 - 08:39

Kredittmetingarfyritøkan Moody’s ger nú regluligar metingar fyri BankNordik. 

Fyrsta metingin frá Moody’s er A2, sum er ein góð meting við lágum váða og góðum útlitum, sigur BankNordik. 

A2 er sætta besta metingarstigið hjá Moody´s. Moody´s hevur 19 metingarstig. Metingin var kunngjørd í gjár. 

 

Hevur týdning fyri íleggjarar

BankNordik sigur, at nógvir stórir íleggjarar, til dømis pensjónsfeløg, gera bara íløgur í fyritøkur, sum hava kredittmeting.

Tí kann metingin frá Moody’s vera við til at draga fleiri íleggjarar til BankNordik. 

Harumframt gevur kredittmetingin BankNordik møguleika fyri at fáa betri treytir, tá bankin skal taka lán ella útgeva lánsbrøv.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109