Ukrainar yvirgeva ikki Mariupol til russar

bannari
Ukrainar yvirgeva ikki Mariupol til russar
Russar hava bumbað bústaðar- og handilsøki í Kyiv, siga ukrainar, ið nokta at yvirgeva Mariupol til russar
Ógvuslig álop hava verið á bústaðar- og handilsøkið, Podil, sum liggur norðanfyri miðbýin í Kyiv
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.03.2022 - 06:49

Minst fýra fólk lógu eftirá í einum bumbuálopi á høvuðstaðin í Ukraina, Kyiv, í gjárkvøldið.

Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitschko, upplýsir í morgun, at ógvuslig álop hava verið á bústaðar- og handilsøkið, Podil, sum liggur norðanfyri miðbýin í Kyiv.

- Nógvar spreingingar hava verið at hoyrt, skrivar boprgarstjórin. Fólk royna at hjálpa í økinum, sigur hann.

Higartil er boðað frá, at minst fýra fólk lógu eftirá í álopunum.

Tíðindastovan, Reuters, skrivar, at tað ikki hevur borið til at fáa tíðindini váttað.

Tíðindamaðurin hjá danska TV2, Benjamin Kúrstein, segði soleiðis um støðuna í Kyiv í morgun:

Alop_a_Kyiv

 

Biden til Póllands

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer fríggjadagin til Póllands at umrøða kríggið í Ukraina við pólska forsetan, Andrzej Duda.

Tað upplýsa Hvítu húsini.

- Amerikanski forsetin ynskir at umrøða, hvat tey sameindu kunnu gera við mannarættindakreppuna í Ukraina, sum russiska álopið hevur elvt til, skrivar Jen Psaki, talsmaður í Hvítu húsunum.

- Forsetin hevur ongar ætlanir um at fara til Ukraina, leggur hann aftrat.

Pólland hevur tikið ímóti nógvum flóttafólkum úr Ukraina. Tey eru meir enn tvær milliónir í tali.

 

Ukrainar yvirgeva ikki Mariupol

Ukraina fer ikki at geva seg yvir í Mariupol, hóast støðan er ring í býnum. Tey boðini hava russisku myndugleikarnir fingið frá ukrainsku myndugleikunum í nátt.

- Tað kemur ikki uppá tal at leggja vápnini í býnum, og lata býin upp í hendurnar á russum, sigur ukrainski varaforsætisráðharrin, Iryna Vereshchuk, við bretska blaðið The Guardian.

Hon leggur samstundis dent á, at ein leið eigur at verða skipað, so fólk sleppa úr býnum.

Russiska verjumálaráðið boðaði í gjár frá, at ukrainsku hermenninir høvdu til klokkan trý í nátt at leggja vápnini í Mariupol, og at geva seg yvir.

Men tað hendi ikki, skrivar bretska blaðið.

 

Verja seg móti vandamiklum gassum

Fólk í ukrainska býnum, Sumy, hava fingið boð um at verja seg ímóti vandamiklum gassum, eftir at russisk flogfør bumbaðu eina ammoniakverksmiðju við býin í nátt,

Tað sigur guvernørurin í býnum, Dmytro Zjyvyskyj, við ukrainska miðilin, Kyiv Independent.

Serliga fólk í tveimum býarpørtum, sunnanfyri Sumy, sum hava fyri neyðini at verja seg, sigur guvernørurin.

Higartil er ammoniak at merkja meir enn tveir kilometrar frá verksmðjuni, sigur guvernørurin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095