Rendi á mannamúgvu í belgiskum býi

Rendi á mannamúgvu í belgiskum býi
Ein bilur rendi í morgun, við nógvari ferð, inn í eina mannamúgvu í Belgia, og seks fólk hava latið lív, tíggju eru illa løstað. 27 fólk hava fingið smávegis snuddir
 
20.03.2022 - 13:43

 

Ákoyringin hendi tíðliga í morgun í býnum Strépy-Bracquegnies í útsynningspartinum av landinum, har umleið 150 fólk fyrireikaðu seg til at luttaka í einum karneval.

Bilførarin royndi at rýma av staðnum, men bilurin varð steðgaður. 

Tveir menn, sum eru úr økinum, eru handtiknir og verða nú avhoyrdir.  

Tað er framvegis ógreitt, um bilførarin koyrdi inn í mannamúgvuna við vilja. 

Belgiska løgreglan hevur ikki illgruna um, at talan var um yvirgang. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962