Eysturoyartunnilin stongdur í tveir tímar

Eysturoyartunnilin stongdur í tveir tímar
Tveir lastbilar vóru punkteraðir og fingu ikki koyrt
Neyðugt var at steingja Eysturoyartunnilin í tveir tímar í gjárkvøldið
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2022 - 08:09

Eysturoyartunnilin var stongdur í umleið tveir tímar í gjárkvøldið. 

Orsøkin var, at tveir lastbilar vóru punkteraðir og ikki fingu koyrt. 

Annar lastbilurin stóð vit tunnilsmunnan við Hvítanes, og hin beint við rundkoyringina á vegastrekkinum til Hvítanes. 

Eingin fólkaskaði var. 

Politi og sløkkilið vóru á staðnum, og tveir tímar seinni, klokkan 21.24, læt tunnilin uppaftur fyri ferðslu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114