- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eygleiðarar um formansval: Alt kann henda

- Alt kann henda.
Tað eru blaðstjórarnir á Norðlýsinum og Sosialinum á einum máli um, nú leiðslan í Fólkaflokkinum í kvøld fer at gera av, hvør skal verða nýggjur formaður eftir Jørgen Niclasen.
Jóhann Lützen og Eirikur Lindenskov vóru í Breddanum fyri løtu síðani og gjørdu viðmerkingar til støðuna.
Beinir Johannesen og Christian Andreasen hava verið nevndir sum valevni til formanssessin í Fólkaflokkinum, og Jóhann Lützen heldur, at av teimum báðum er Christian Andreasen besta boðið.
Eirikur Lindenskov sigur, at av tí at einki greitt er komið fram um, hvør er í uppskoti at gerast formaður, kann alt henda, eisini at onkur óvæntaður fær formanssessin.
Hoyr samrøðuna, sum Frants Jensen gjørdi við Jóhann Lutzen og Eirik Lindenskov í Breddanum: