Zelenskyj fekk lógvabrestir í týska samveldistinginum

bannari
Zelenskyj fekk lógvabrestir í týska samveldistinginum
Ukrainski forsetin takkar Týsklandi fyri hjálpina, men hon kom ov seint
Ukrainski forsetin helt røðu talgilt fyri týska samveldistinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.03.2022 - 13:22

Rungandi lógvabrestir vóru í týska samveldistinginum fyri ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, í dag, tá hann helt røðu á netinum, men Zelenskyj nýtti høvið at harta týskarar.

- Vit stríðast fyri lívinum og frælsinum. Ein múrur gongur gjøgnum Evropa. Tað er ikki ein Berlin-múrur, men ein múrur millum frælsi og trælaband. Múrurin verður størri og hægri fyri hvørja bumbu, sum dettur yvir Ukraina, segði Zelenskyj við týska samveldistingið, sambært norska TV2.

Hann takkaði Týsklandi fyri hjálpina, sum Ukraina hevur fingið hesar tríggjar vikurnar síðani innrásina, men segði, at hjálpin kom ov seint.

Hann sigur, at russiskar deildir stóðu við úkrainska markið langt undan innrásina, men ríkisleiðarar í Vesturheiminum vóru ov seinir og gjørdu ikki nóg mikið fyri at ræða Russland burtur.

- Tit hugsaðu bara um búskapin, segði Zelenskyj.

 

Handilsáhugamál

Zelenskyj fanst eisini at politikarum fyri týsku handilsáhugamálini í Russlandi.

- Vit síggja, at tit vilja halda fram við samhandli við Russland, nú eru vit miðskeiðis í einum køldum kríggi. Og tað hava tit ikki dugað at sæð, segði hann.

- Tit krógva tykkum aftan fyri ein vegg, so at tit ikki síggja, hvussu vit hava tað. 

Zelenskyj heldur, at týskarar mugu seta strangari tiltøk í verk móti Russlandi. 

- Friður hevur størri týdning enn inntøkur, segði Zelenskyj.

 

SÍ VIDEOBROT FRÁ AP-TÍÐINDASTOVUNI ÚR TÝSKA SAMVELDISTINGINUM:

ZELENSKYJ_RODA_NET

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962