- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland tekur undir við finskum Nato-limaskapi

Týskland fer at taka undir við, at Finnland verður limur í verjusamgonguni NATO, um landið søkir um limaskap.
Tað segði týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, eftir fundin við finska forsætisráðharran, Sannu Marin, í Berlin í gjárkvøldið, har kríggið í Ukraina var høvuðsevnið.
- Finnland samstarvar við Nato, og umbøn úr Finnlandi um limaskap í samgonguni, har vit eru limir, er altíð vælkomin, segði Scholz, tá ið hann á tíðindafundi var spurdur, hvørja støðu hann hevur til finskan limaskap.
Finski forsætisráðharrin segði, at ríkisdagurin í vár fer at viðgera trygdarstøðuna. Og møguleiki er fyri, at Finnland biður um limaskap.
- Vit hava longu sagt, at tað hevur týdning fyri Finnland, at møguleikin er har, segði Sanna Marin.
