- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koronustuðul kann latast fyri fleiri tíðarskeið

Tíðarskeiðið frá 10. desember í fjør til 31. januar í ár, sum skeinkistøðini kunnu fáa koronustuðul úr landskassanum, er býtt í fýra, tvey tíðarskeið í fjør og tvey í ár.
Stuðul kann verða veittur fyri eitt ella fleiri tíðarskeið.
Uppskot um kunngerð um, hvussu lógin um stuðul til vinnufyritøkur, sum reka diskoteksvirksemi og vertshúsvirksemi skal umsitast, er sent til hoyringar.
Lógin er samtykt í løgtinginum, men hon er ikki lýst enn.
Umsóknarfreistin er 1. mai
Sambært uppskotinum um kunngerð verður ikki latin stuðul til útreiðslur, sum trygging ella almennar skipanir endurrinda.
Umsókn um stuðul skal latast TAKS í seinasta lagi 1. mai. Grannskoðari skal vera við, tá ið umsóknin verður skrivað.
Skeinkistøðini, sum virdu tilmælini hjá landsstýrinum frá 9. desember um at lata aftur kl. 23.00, fáa stuðul.
Tey kunnu søkja um stuðul til fastar útreiðslur, eitt nú leigu, el, hita, tryggingar, grannskoðaraváttan og lønir.