Finskur og svenskur limaskapur kann avgreiðast skjótt

Finskur og svenskur limaskapur kann avgreiðast skjótt
NATO-aðalskrivarin sigur, at tað ber til at finna loysnir at verja Svøríki, meðan umsóknin um limaskap verður viðgjørd
Jens Stoltenberg er aðalskrivari í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.03.2022 - 15:44

Tað kann ganga skjótt hjá Svøríki og Finnlandi at fáa limaskap í NATO, um londini vilja tað.

Tað sigur aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg.

Orðaskiftið í NATO fyllir nógv millum fólk, bæði í Finnlandi og í Svøríki, eftir russisku innrásina í Ukraina.

Og mett verður, at støðan hjá Svøríki verður ótolandi, frá tí at landið søkir um limaskap, til landið fær limaskap, boðar SVT frá.

Finna verjuloysnir

- Eg veit ikki, hvussu drúgva viðgerð ein svenskur limaskapur í NATO skal hava, men tað ber til at bera skjótt at, um sviar vilja tað, sigur Stoltenberg.

Hann sigur við svenska útvarpið, at tað eisini ber til at finna loysnir, so Svøríki verður vart, meðan umsóknin um limaskap verður viðgjørd.

Hann vísir á, at bæði Svøríki og Finnland hava tætt samstarv við NATO, og at bæði londini halda politisku og hernaðarligu krøvini, sum NATO setur einum limalandi, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962