Færri søkja á miðnám

Færri søkja á miðnám
Eins og undanfarin ár eru fleiri gentur enn dreingir millum umsøkjararnar
918 hava søkt um at sleppa á miðnám í ár. Tað eru 66 færri enn í fjør. Og 302 umsóknir færri enn í 2015.
 
17.03.2022 - 08:49

Yvir 900 hava søkt um sleppa í miðnám næsta skúlaár.

Neyva talið er 918, sum eru 66 færri enn í fjør. Og 302 umsóknir færri enn í 2015.

745 hava søkt gymnasialu breytirnar, 15 hava søkt Heilsuskúlan, og 158 hava søkt inn á eina yrkisrættaða útbúgving.

Eins og undanfarin ár eru fleiri gentur enn dreingir millum umsøkjararnar. Í ár eiga genturnar 52,4 prosent, í fjør 54 prosent.

Náttúrubreytin hevur knappliga 200 umsóknir.

 

Stórur áhugi fyri búskaparbreyt

Størsta lopið er á búskaparbreytin í Miðnámi á Kambsdali. Har eru 93 umsøkjarar. 

Hetta eru meira enn 30 umsøkjarar fleiri enn í fjør og tvífalt so nógvar umsóknir sum í 2018. 

Tey, sum hava søkt um at sleppa í miðnám, fáa svar í seinasta lagi 2.mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947