13 hitamet í Noregi

13 hitamet í Noregi
So nógv hitamet so tíðliga í mars er ikki vanligt, sigur veðurfrøðingur
Bø i Vesterålen er eitt av støðunum, har hitamet var sett um vikuskiftið. Har vóru 10 stig.
Mynd: NRK  
 
16.03.2022 - 13:57

13 nýggj hitamet eru sett í Noregi í hesum mánaðinum.

Hitametini vóru staðfest frá Tromsø til Nord-Vestlandet longu annað vikuskiftið í mars.

Á grækarismessu vóru mátað 15,9 stig í Molde, men eisini 12 aðrar veðurstøðir settu met hetta vikuskiftið.

Sama dag vórðu mátað 9,7 stig í Tromsø. So nógv hitamet so tíðliga í mars er ikki vanligt, sigur veðurfrøðingurin, Magnus Ovhed, við NRK.

 

Lýggj luft og sól

Óvanliga lýggj luft yvir Noregi, hátrýst og nógv sól eru orsøkin til nógvu hitametini.

Mesti hitin varð mátaður í Ålesund, 16,6 stig, men hetta er tó ikki met í Ålesund.

Norski verðurstovnurin hevur sent út ávaring um skógareld.

Seinastu dagarnar hevur sløkkiliðið í Vestland verið boðsend til níggju skógareldar, har tamarhald ikki hevur verið á eldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962