Vilja revsa Russland fyri at skjóta flogfar niður

Vilja revsa Russland fyri at skjóta flogfar niður
Kanning hevur staðfest, at russar skutu rakettina, sum rakti eitt flogfar hjá Malaysia Arlines
Ein altjóða kanning hevur staðfest, at rakettin, sum rakti flogfarið, var skotin av einari russiskari støð nærindis ukrainska markinum.
 
14.03.2022 - 14:38

298 fólk doyðu, tá eitt flogfar hjá Malaysia Airlines var skotið niður í juli 2014.

Flogfarið var skotið niður, tá tað fleyg yvir eystara parti av Ukraina fáar mánaðir eftir, at Russland hevði lagt Krim-hálvoynna undir seg.

Nú hava Avstralia og Holland tikið stig til at leggja málið fyri altjóða loftferðslufelagsskapin, ICAO.

ICAO er ein felagsskapur undir ST, sum arbeiðir við reglum í sambandi við sivila loftferðslu í limalondunum. 

Ein altjóða kanning hevur staðfest, at rakettin, sum rakti flogfarið, var skotin av einari russiskari støð nærindis ukrainska markinum.

Russland hevur víst aftur, at tað skeyt flogfarið niður.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962