- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russar bumba Kyiv og Kharkiv
Russar bumba Kyiv og Kharkiv
Antonov-flogverksmiðjan í ukrainska høvuðsstaðnum er eisini bumbað

Henda kvinnan varð bjargað úr íbúðarhúsunum, sum russar søktu at í morgun.
Mynd: Ritzau Scanpix
14.03.2022 - 10:53
Í minsta lagi tvey fólk doyðu, tá russiskar rakettir raktu eitt íbúðarhús í útriðuni av ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í morgun, upplýsir ukrainska tilbúgvingin.
Trý fólk vóru særd í álopinum, og eru flutt á sjúkrahús.
Býarstjórnin í Kyiv upplýsir, at russiskar deildir hava eisini bumbað Antonov-flogverksmiðjuna í ukrainska høvuðsstaðnum.
Eisini Kharkiv, sum er næststørsti býur í Ukraina, var bumbaður í morgun, m.a. eitt íbúðarhús.
Kharkiv er frammanundan hart raktur av russiskum álopum.
Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni frá álopi á eitt íbúðarhús í Kharkiv í morgun.
ALOP_KHARKIV_NET
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV