- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina letur býir aftur fyri at fáa tamarhald á koronu
Kina letur býir aftur fyri at fáa tamarhald á koronu
Myndugleikarnir í býnum Shenzhn seta í gildi lockdown, og allir íbúgvar skulu kannast fyri covid-19 tríggjar ferðir

Íbúgvarnir í Shenzhn skulu kannast tríggjar ferðir fyri koronu.
Mynd: Sky News
14.03.2022 - 14:12
Í eini roynd at fáa tamarhald á koronufarsóttini, stongir Kina ein bý, har 17,7 milliónir fólk búgva.
Tað skrivar The Guardian.
Myndugleikarnir í býnum Shenzhn seta í gildi lockdown, og allir íbúgvar skulu kannast fyri covid-19 tríggjar ferðir.
Allar fyritøkur, undantikið tær, sum veita mat, brennievni og aðrar neyðsynjarvørur, hava fingið boð um at lata aftur, og starvsfólk skulu arbeiða við hús.
NTB skrivar, at fleiri býir eru stongdir í Kina, til tess at finna og avbyrgja smittaðar borgarar.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV