ES til reiðar við nýggjum tiltøkum móti Russlandi

ES til reiðar við nýggjum tiltøkum móti Russlandi
Uttanríkisleiðarin í ES sigur, at russiskar deildir leypa eisini á sivilmál, og higartil eru 2.400 sivilfólk deyð
Josep Borell, uttanríkisleiðari í ES.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.03.2022 - 16:09

Uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, fordømir russisku innrásina í Ukraina og sigur, at hon er barbarisk.

Á tíðindafundi í norðurmakedónska høvuðsstaðnum, Skopje, váttar Borrell, at ein fjórði pakki við tiltøkum móti Russlandi er klárur.

Borrell sigur, at russisku herdeildirnar leypa ikki bara á hernaðarmál, men eisini á sivilmál, og vísti á, at fleiri enn 2.400 sivilfólk eru deyð, síðani russiska innrásin byrjaði.

 

Rakar handil og marknaðaratgongd

- Kríggið hjá Putin snýr seg ikki bara um Ukraina. Tað snýr seg eisini um trygd og støðufesti í øllum Evropa. Tað ávirkar okkum øll, segði Josep Borrell.

Fjórði pakkin við tiltøkum skal raka russiskan handil, marknaðaratgongd, limaskap í altjóða fíggjarstovnum og útflutning av marglætisvørum.

- Hetta verður enn eitt dygt slag móti fíggjarliga og samskipaða grundarlagnum fyri innrásini, segði Josep Borrell, sambært NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962