Niels Áki Mørk aftur danmarksmeistari

Niels Áki Mørk aftur danmarksmeistari
Niels Áki Mørk vann danska juniormeistaraheitið í olympiskari vektlyfting annað árið á rað um vikuskiftið
Niels Áki Mørk vann aftur junior-DM
 
13.03.2022 - 14:15

Niels Áki Mørk hevur um vikuskiftið vunnið sítt annað danska juniormeistaraheitið.

Hann vann í sínum egna vektflokki og eisini samanlagt í sinclair-stigum.

Havnamaðurin lyfti 89 kilo í trekk og 111 kilo upp um høvd í stoyt. Samanlagda vektin upp á 200 kilo sett upp ímóti kroppsvektini upp á 65,6 kilo gav Niels Áka Mørk 274 sinclair-stig.

Næsta kappingin hjá Niels Áka Mørk verður føroyameistaraheitið, sum verður í Havn næsta vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946