- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Hey Amanda" er ársins sangur
2021 var árið, tá Brimheim slerdi ordiliga ígjøgnum á danska tónleikapallinum við fleiri sterkum sangum, sum nú eisini eru útgivnir á plátuni "Can't Hate Myself Into A Different Shape". .
Og eingin var sterkari enn "Hey Amanda", sum nú kann prógvað tað við einari FMA-heiðursløn sum "Ársins sangur".
Á konsertferð
Helena Heinesen Rebensdorff, ið stendur aftanfyri listanavnið Brimheim, kundi tíverri ikki vera í Norðurlandahúsinum í kvøld og taka ímóti FMA-virðislønini, tí hon er á umfatandi konsertferð í Danmark í sambandi við plátuútgávu.
FMA-vertirnir Marianna Winter Nagata og Rólant Waag Dam høvdu fingið umboðsfólkið hjá Brimheim, Thit Melanie Berthou, við upp á at taka hana eitt sindur á bóli, tá hon fekk handað FMA-virðislønina fyri "Ársins sang".
Tað var mamma Helenu, tann navnframa Elin Heinesen, sum sjálv vann eina FMA-heiðursløn fyri ársins tekst, ið tók ímóti FMA-heiðurslønini fyri dóttrina.
Skuldi nakar ivast í, hvussu "Hey Amanda" ljóðar, so kann video hoyrast her niðanfyri.
Kringvarp Føroyar gjørdi fyrr í ár eina dokumentarsending um Brimheim, ið kann síggjast niðanfyri.
"Kvørnin" hjá Kringvarpinum hevur eisini ummælt nýggju plátuna hjá Brimheim, "Can't Hate Myself Into A Different Shape".