Færri próvtøkur í miðnámi

Færri próvtøkur í miðnámi
Mentamálaráðið fyrireikar uppskot um broytingar, og tað verður lagt fyri tingið í næstum
Korona hevur við sær, at broytingar verða gjørdar í kravda próvtøkutalinum á miðnámi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.03.2022 - 10:06

Lógaruppskot, sum loyvir broytingum í kravda próvtøkutalinum í miðnámi, verður fyrireikað í løtuni og væntandi lagt fyri løgtingið í næstum.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um próvtøkurnar í miðnámi í summar, nú korona hevur herjað alt skúlaárið.

Jenis av Rana sigur, at fylgt verður við, hvørjar tillagingar verða gjørdar í Danmark. 

 

Skal líkjast tí danska

Tí flestu føroyingar, sum fara uttanlands at lesa eftir miðnám, fara til Danmarkar.

Føroyski leisturin skal líkjast tí danska, men skal tillagast okkara skipan.

Í Danmark er longu avgjørt, at færri próvtøkur verða hjá eldru flokkunum í gymnasialum miðnámi í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835