Langtíðarsjúk fáa dagpening í 52 vikur

Langtíðarsjúk fáa dagpening í 52 vikur
Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskot frá landsstýrismanninum í almannamálum
Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, eigur uppskotið um at broyta sjúkradagpeningaskipanina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2022 - 15:20

Nú fáa langtíðarsjúk dagpening í longri tíð.

Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt uppskotið um broyting í dagpeningalógini, sum Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, legði fyri løgtingið.

Broytingarnar hava við sær fleiri ymiskar batar, sum fáa stóran týdning fyri fólk, sum higartil eru dottin niður ímillum ymsar vælferðarskipanir.

Sambært galdandi lóg kann dagpeningur vegna sjúku í mesta lagi veitast í 40 vikur, svarandi til umleið níggju mánaðir.

 

52 vikur

Tað er ikki óvanligt, at fólk við krabbameini eru óarbeiðsfør longur enn níggju mánaðir, og hava tá onga inntøku havt, tí rætturin til sjúkradagpening er dottin burtur. Umframt heilsuligu avbjóðingarnar hevur sostatt verið talan um ein fíggjarligan smeit fyri sjúklingin.

Frameftir kann dagpeningur veitast í 52 vikur, umframt at dagpeningur í ávísum førum eisini verður veittur longur enn 52 vikur.

Lógin inniheldur eisini aðrar broytingar, m.a. betri treytir hjá smærri vinnurekandi í dagpeningaskipanini, og at tey við útsettari pensjón fáa rætt til dagpening í sambandi við sjúku.

Lógin, sum júst er samtykt, kemur í gildi 1. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Hósdag 13. mars
Andarblak: Leirkerasmiðurin
189154
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035