
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukrainar gera mótstøðu í Kyiv
Ukrainar gera mótstøðu í Kyiv
Tíðindamaðurin hjá TV2 í ukrainska høvuðsstaðnum sigur, at ukrainar vilja stríðast móti russisku herdeildunum

Fleiri enn ein millión fólk eru flýdd úr Ukraina. Henda myndin er úr Irpin uttan fyri Kyiv.
Mynd: Ritzau Scanpix
04.03.2022 - 13:27
Russar nærkast alsamt Ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, men mótstøðan er hørð.
Tað sigur Rasmus Tantholdt, tíðindamaður hjá TV2, sum er staddur í Kyiv.
Fleiri enn ein millión fólk eru flýdd úr Ukraina seinastu dagarnar, men framvegis eru nógv fólk eftir í Kyiv. Tey vilja stríðast móti russum, sigur Rasmus Tantholdt
Matvøruhandlar hava framvegis hava opið, og enn er nóg mikið av matvørum, men breyð og mjøl eru farin at ganga undan. Í løtuni er ómøguligt at siga, um ella nær stríðið endar.
Hoyr ljóðbrot við Rasmus Tantholdt í útvarpstíðindunum:
1512958
Rasmus Tantholdt er uttanlandstíðindamaður hjá TV2, og í løtuni er hann í Kyiv. (Mynd: TV2)
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV