Russar royna nú at kringseta Kyiv

bannari
Russar royna nú at kringseta Kyiv
Í nátt var lopið á eitt kjarnuorkuverk í Ukraina. Bretski forsætisráðharrin vil hava snarfund i ST-trygdarráðnum um málið
Frá álopinum á kjarnorkuverkið í nátt. Verkið er tryggjað, siga ukrainskir myndugleikar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.03.2022 - 08:46

Sambært ukrainsku stjórnini, hevur russiski herurin nú kós móti høvuðsstaðnum Kyiv og roynir at minka mótstøðuna og kringseta býin.

Røðin av hernaðarakførum uttan fyri høvuðsstaðin stendur framvegis still. 

Russar hava kringsett havnarbýin, Mariupol, hann er framvegis undir ukrainskum valdi, men hevur hvørki vatn ella el.

Havnarbýurin, Kherson, har suðuri í Ukraina er framvegis einasti býurin, sum er fult og heilt undir russiskum valdi, síðani innrásin byrjaði. 

33 fólk doyðu í gjár í býnum, Chernihiv, eftir at russisk álop raktu búeindir, umframt skúlar í býnum, siga lokalir myndugleikar. 

 

Sprongdu kjarnorkuverk

Klokkan eitt í nátt føroyska tíð kom eldur í eitt kjarnuorkuverk í Ukraina eftir eitt russiskt álop, sigur uttanríkisráðharrin í Ukraina. 

Nakrar tímar seinni komu boðini um, at bardagarnir vóru steðgaðir, og at kjarnorkuverkið var tryggjað.

Sløkkiliðsfólk sluppu framat og royndu at sløkkja eldarnar. Myndugleikarnir siga, at kjarnorkuverkið hevur ikki fingið skaða, í øllum førum ikki so mikið, at vandi er á ferð, sum støðan er. 

 

Ukrainski forsetin, Zelenskij, sigur, at nú mugu evropearar vakna. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Men álopið á kjarnorkuverkið hevur fingið heimsleiðarar finnast hvassliga at russisku leiðsluni. Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky segði í bandaðari røðu í nátt okkara tíð, at nú mugu evropearar vakna. 

- Verður ein spreinging, so er tað endin á okkum øllum, endin á Evropa. Bert ein skjót handling frá Evropa kann steðga russisku hermonnunum og forða fyri, at Evropa doyr sum avleiðing av spreingingini av einum kjarnuorkuverki, sigur hann. 

 

Sí video-brot frá AP-tíðindastovuni frá álopinum á ukrainska kjarnokuverkið í nátt:

ALOP_KJARNORKUVERK_UKRAINA

 

Boðar til snarfund

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur boðað til snarfund Í Trygdarráðnum hjá ST eftir álopið á kjarnuorkuverkið. 

Hann ákærir Putin fyri at seta alt Evropa í vanda eftir álopið á kjarnuorkuverkið. 

- Forsætisráðharrin heldur, at náðileysu gerðirnar hjá Putin beinleiðis seta alla trygdina í Evropa í vanda, stendur í skrivinum frá bretska forsætisráðharranum.  Aftrat honum hava fleiri heimsleiðarar alment boðað frá, at teir fordøma álvarsligu gerðina at leypa á kjarnorkuverkið.

Ukrainskir myndugleikar siga, at tað var torført hjá sløkkiliðsfólki at sleppa fram at verkinum, men at kjarnorkuverkið nú er tryggjað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095