Betri Banki 132 mió. kr. í avlopi í fjør

Betri Banki 132 mió. kr. í avlopi í fjør
Grundraksturin er batnaður, útreiðslurnar eru lækkaðar, og bankin hevur fingið fleiri kundar
Solvensurin hjá Betri Banka í fjør var 30,75%.
 
04.03.2022 - 12:49

Ársúrslitið hjá Betri Banka var 132,3 mió. krónur í 2021. Úrslitið er grundað á eina stóra tilgongd av kundum og framhaldandi lækkandi útreiðslustøði, skrivar Betri í tíðindaskrivi.

Útlánini hjá peningastovninum vuksu 420 mió. kr., og realkreditlánini vuksu 275 mió. krónur. Samstundis vuksu innlánini 302 mió. krónur.

- Vøksturin í virkseminum er bæði innan útlán til privat og vinnukundar, eins og innan íløguøkið. Vit fegnast um, at vøkstur er um alt landið og á øllum okkara deildum. Hóast tað ongantíð hevur verið bíligari at fáa fígging, hevur bankin staðfest eitt gott úrslit í 2021. Hetta hevur eydnast við áhaldandi at betra um grundraksturin, lækka útreiðslurnar og at økja um kundaskaran, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Betri Banki er SIFI-banki, sum merkir, at bankin skal lúka eyka myndugleikakrøv. 

Gjaldførið er gott, og solvensurin er 30,75%. Hetta er millum tað størsta hjá peningastovnum í danska ríkinum, sigur Betri Banki.

Bankin væntar, at úrslitið í ár fyri skatt fer at liggja millum 60 og 90 milliónir krónur. 

 

Árið hjá Betri Banka í stuttum:

· Ársúrslitið: 132,3 mió. krónur

· Úrslitið fyri skatt: 157,2 mió. krónur

· Fíggjarstøðan javnvigar við 10.474 mió. krónur

· Útlán: 6.834 mió. krónur

· Innlán: 8.359 mió. krónur

· Eginpeningur: 1.946 mió. krónur

· Solvensurin við árslok er 30,75%
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109