Russisk stríðsflogfør vóru ikki í føroyskum loftrúmi

Russisk stríðsflogfør vóru ikki í føroyskum loftrúmi
Morten Bødskov, verjumálaráðharri, hevur aftur svarað fyrispurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Morten Bødskov, verjumálaráðharri, sigur, at Síðani hernaðarradarin í Føroyum var sløktur, hevur eftirlitið við føroyska loftrúminum avmarkað.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.02.2022 - 09:45

Russisku stríðsflogførini, sum vóru norðan fyri Skotland 2. februar, vóru ikki í føroyskum loftúmi. Tey vóru í altjóða loftrúmi. 

Morten Bødskov, verjumálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sum spurdi um tey fýra stríðsflogførini.

Fyrru ferð svaraði verjmálaráðharrin, at ongar ábendingar eru um, at flogførini vóru í føroyskum loftrúmi.

Man hann legði tó dent á, at ikki ber til at útvega neyvar radaraupplýsingar um økið, sum er tætt við Føroyar.

Morten Bødskov spurdi Forsvarskommandoen, sum spurdi bretska flogvápnið.

Vestan fyri Hetland

Sjúrður Skaale spurdi so Morten Bødskov í hvørjum loftrúmi, russisku flogførini vóru, um tey ikki vóru í tí føroyska. Flogførini vóru norðan fyri bretskt loftrúm og vestan fyri Hetland.

Hann vildi eisini hava at vita, hvussu ofta russisk stríðsflogfør hava verið í føroyskum loftrúmi seinastu tíggju árini.  

Síðani hernaðarradarin í Føroyum var sløktur, er eftirlitið við føroyska loftrúminum avmarkað.

Forsvarskommandoen veit ikki um, at russisk stríðsflogfør hava verið í føroyskum loftrúmi seinastu tíggju árini, sigur Morten Bødskov. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990