Putin ikki longur heiðursforseti í evropeisku judosamgonguni

Putin ikki longur heiðursforseti í evropeisku judosamgonguni
Russiski forsetin, Vladimir Putin, er ikki longur heiðursforseti í evropeisku judosamgonguni, EJU. Judo Føroyar tekur undir við avgerðini, sigur formaðurin
Judo Føroyar tekur undir við avgerðini hjá EJU
Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.02.2022 - 15:56

Evropeiska judosamgongan hevur í dag tikið tittulin sum heiðursforseti frá Vladimir Putin.

Russiski forsetin er royndur judoíðkari og hevur svarta beltið. 

 - Við krígsstøðuni í Ukraina í huga, kunngerð EJU, at Vladimir Putin ikki longur er heiðursforseti í EJU, skrivar evropeiska judosambandið.

Avgerðin kemur ein dag eftir at forsetin í evropeisku judosamgonguni, Sergey Soloveychik, sum er russi, fór frá í gjár.

Formaðurin í Judo Føroyar, Sofus Debes Johannesen, sigur, at norðurlendsku judosambondini hava tosað saman síðstu daganar um støðuna, við tí í huga at heita á EJU og IJF, sum er altjóða judosamgongan, um at taka heiðursforsetatittulin frá Vladimir Putin, men at tað nú gjørdist óneyðugt við nakrari áheitan.

Í gjár tók IJF eisini tittulin sum heiðursforseti frá Vladimir Putin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946