BankNordik 272 mió. kr. í avlopi í fjør

BankNordik 272 mió. kr. í avlopi í fjør
Samtakið væntar, at nettoúrslitið í 2022 verður millum 130 og 160 mió. kr. 
BankNordik-samtakið rindaði 80 mió. kr. í skatti í fjør.
 
25.02.2022 - 08:47

BankNordik-samtakið hevði 272 mió. kr. í avlopi í fjør og rindaði 80 mió. kr. í skatti. 

Úrslitið fyri skatt var 340 mió. kr. 

Væntandi verður helvtin av ársúrslitinum, 136 mió. kr., goldin partaeigarunum í vinningsbýti. 

Okkurt um 6.000 føroyskir partaeigarar eru í BankNordik.

Útlánini vóru tey somu

Útlánini í fjør vóru 7,6 mia. kr., sum er tað sama sum í 2020.

Innlánini vuksu úr 7,8 mia. kr. í 2020 upp í 7,9 mia. kr. 

Solvensurin fór úr 26,4 prosentum í 2020 til 29,7 prosent í 2021.

BankNordik væntar, at nettoúrslitið í 2022 verður millum 130 og 160 mió. kr. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109