Ísland og Noreg ósamd um lodnu

Ísland og Noreg ósamd um lodnu
Bert 30 norsk skip kunnu fiska í senn, og loyvini eru galdandi til í dag
Noreg hevur fingið 145.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi, men norsk skip sleppa bara at fiska vit nót.
Mynd: FiskerForum  
 
22.02.2022 - 15:03

Stór ósemja er millum Ísland og Noreg um lodnu. 

Lodna er góður matur í Asia og Russlandi, og verður nógv brúkt til at framleiða lýsi.

Lodna hevur eisini týdning fyri toskafiskiskapin, hon lokkar atlants-toskin til sín, skrivar SputnikNews.com

Bara í ár verða fiskað 900.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi, og Ísland, Noreg, Grønland og Føroyar fiska hesa kvotuna. 

Noreg hevur fingið 145.000 tons.

 

Fiska bara vit nót

Men meðan hini londini fiska lodnu við troli, sleppa norsk skipa bara at fiska við nót.

Trol ella posar, sum fara eftir havbotninum, sigast at hava stóran fyrimun úti á víðum havi. 

Norsk skip sleppa heldur ikki inn í ávís øki at fiska, har Ísland, Grønland og Føroyar hava atgongd.

Bert 30 norsk skip kunnu fiska í senn, og loyvini eru galdandi til í dag. Hini londini kunnu fiska til apríl.

 

Eiga at svara aftur

Odun Malak í norska fiskasølufelagnum fyri botnfisk, Fiskebot, sigur, at Noreg hevur søkt um somu treytir sum hini londini, men uttan úrslit.

Odun Malak sigur, at hetta eigur at fáa avleiðingar, og mælir til, at Noreg svarar Íslandi aftur á sama hátt.

Sambært Malak, eigur íslendskur fiskiskapur í Barentshavinum at avmarkast.

 

Fiskimálaráðharrin upp í málið

Norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran, hevur verið í sambandi við íslendska fiskimálaráðharran, Kristján Þór Júlíusson, um málið. 

Hóast lodnan bara er 20 cm long, so er hon eitt hitt týdningarmesta fiskaslagið í Norðuratlantshavi við góðum marknaðum kring allan heim.

Frá 1800-talinum og fram til 1960'ini fiskaðu Noreg og Ísland í sátt og semju av sildastovninum.

Íslendingar fóru síðani út á fjarleiðir og royndu at fáa rættindi á leiðunum kring oyggjarnar í Svalbard, sum hoyra til Noreg, skriva SputnikNews.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371