120 mió. kr. í avlopi í fjórða ársfjórðingi

120 mió. kr. í avlopi í fjórða ársfjórðingi
Avlopið hjá Bakkafrosti í 2021 var tilsamans 964 mió. kr. eftir skatt
Bakkafrost tók 25.800 tons av laksi, 20.700 tons í Føroyum og 5.100 tons í Skotlandi, í fjør.
 
22.02.2022 - 08:44

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost-samtakinum var 120 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi 2021.

Bakkafrost tók 25.800 tons av laksi, 20.700 tons í Føroyum og 5.100 tons í Skotlandi.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall, sum er 214 milliónir krónur. 

Úrslitið eftir skatt í fjórða ársfjórðingi hjá Bakkafrost samtakinum var tríggjar milliónir krónur í halli.

Hallið var 38 milliónir í fjórða ársfjórðingi í 2020.

964 mió. kr. í avlopi í fjør

Fyri alt árið 2021 var úrslitið eftir skatt 964 milliónir krónur. Tað var 463 milliónir í 2020.

Lívfrøðiligar avbjóðingar í Skotlandi ávirkaðu úrslitið í fjórða ársfjórðingi.

Gongdin er síðani batnað, og fellið er nú aftur tað vanliga, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Marknaðurin var sera góður í fjórða ársfjórðingi. Laksaprísurin var í miðal 16,48 norskar krónur fyri kilo størri enn í fjórða ársfjórðingi 2020.

16,48 norskar krónur eru 12,05 danskar.

Góð útlit

Marknaðarútlitini fyri 2022 eru góð, sigur Bakkafrost.

Bakkafrost hevur aðalfund 29.apríl. Tá fer nevndin at skjóta upp, at 5,14 krónur verða goldnar í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

59 milliónir og 143.000 partabrøv eru í Bakkafrosti. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594