Seta fleiri flogfør í rutu

Seta fleiri flogfør í rutu
Eftirspurningurin eftir ferðaseðlum er størri enn væntað, sigur stjórin í Atlantsflogi
Atlantsflog lagar nú flúgvingina til eftirspurningin eftir ferðaseðlum.
 
19.02.2022 - 17:50

Eftirspurningurin eftir ferðaseðlum loftvegis er størri enn væntað, og tí er neyðugt hjá Atlantic Airways at seta fleiri flogfør á Føroyarutuna. 

Summar dagar er útselt.

Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantsflogi.

 

1510163

 

Í farna mánaði boðaði Atlantsflog frá, at neyðugt var at skerja talið av ferðum á Føroyaleiðini, tí eftirspurningurin eftir ferðaseðlum fyrsta ársfjórðing var minni, enn roknað var við. 

8. januar vísti Jóhanna á Bergi á, at tað var serliga á Keypmannahavnarleiðini, at neyðugt var at flúgva minni.

Ein góða mánað seinni er støðan tó so mikið broytt, at tað ber ikki til at keypa ferðaseðlar summar dagar. 

Til dømis er eingin tøkur ferðaseðil úr Vágum til Keypmannahavnar týsdagin og hósdagin.

Jóhanna á Bergi vísir tó á, at fleiri ferðaseðlar eru tøkir hinar dagarnar í vikuni. Atlansflog fylgir gongdini, og fleiri flogferðir verða gjørdar, um tørvur er á tí.

 

1510167

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947