Radaramálið er evnið í víðkaðari Degi og viku

Radaramálið er evnið í víðkaðari Degi og viku
Dagur og vikan verður eitt sindur víðkað í kvøld, tí radaramálið verður evnið, nú landsstýrismaðurin í uttanríkismálum situr og skrivar eitt svar til donsku stjórnina
Radarin á Sornfelli er evnið í einari víðkaðari Degi og viku í kvøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.02.2022 - 16:26

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, situr í løtuni og skrivar svar til donsku stjórnina, sum ætlar at byggja radaran á Sornfellil.

Málið hevur fingið drúgva viðgerð í uttanlandsnevndini og nógva politiska miðlaumrøðu.

Í kvøld fer Dagur og vika at viðgera málið eitt sindur øðrvísi.

Tað eru danir, ið vilja byggja radaran eftir ynski frá NATO.

Tí hava vit valt at lýsa málið við støði í donskum serfrøðingakeldum:

 

Anders Fogh Rasmussen er fyrrverandi NATO aðalskrivari frá 2009 til 2014 og var forsætisráðharri í Danmark frá 2001 til 2009. Nú hevur hann ráðgevingarfyritøkuna Rasmussenglobal, sum milllum annað ráðgevir ukreinsku stjórnini í aktuellu kreppuni við Russland.

Peter Viggo Jakobsen er lektari á danska forsvarsakademinum og professari á Synddansk Univeristet. Stategi og verja eru hansara serøki. Hann er eisini rithøvundur og luttekur nógv í almenna kjakinum.

Lise Wiederholt Christensen er verjuserfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur skrivað fleiri ritgerðir um framtíðina hjá NATO.

Hans Peter Michaelsen er sjálvstøðugur verjuserfrøðingur og fyrrverandi verjuserfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur 41 ára royndir í danska herinum, harímillum á gomlu radarstøðini á Sornfellil.

 

Í sjónvarpsstovuni vera:  

Brynhild Thomsen, journalistur og viðmerkjari.  

Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetri Føroya og PhD í altjóða politikki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878