- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgregluovastin í Ottawa lagt frá sær

Løgregluovstin í kanadiska høvuðsstaðnum, Ottawa, hevur sagt seg úr starvi, eftir at hann hevur verið fyri hørðum atfinningum í sambandi við stóru mótmælini, sum hava lagt býin lamnan.
Peter Sloly, løgregluovasti, boðaði í gjár frá, at hann hevur gjørt alt, hann mentur, fyri at tryggja býin og borgarar, og fyri at fáa skil á aftur í býnum.
Hann hevur fingið hjálp frá løgreglufólkum í øðrum býum, og løgreglan hevur fingið víðari heimildir og betri útgerð til at loysa kreppuna.
Peter Sloly er tí sannførdur um, at løgreglan í Ottawa er í betri støðu nú, enn hon var, at steðga áhaldnu lastbilførarunum, sum síðani januar hava stongt miðbýin við lastbilum sínum. Teir mótmæla krøvunum um koppseting og sóttarhald.
Seinastu dagarnar hevur verið funnist at Sloly, tí hann ikki hevur megnað at fáa mótmælisfólkini at gevast, og at fáa valdið á aftur miðbýnum í Ottawa.