Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring og fer frá sum landsstýrismaður

Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring og fer frá sum landsstýrismaður
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkin, leggur frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, tí hann er tikin fyri rúsdrekkakoyring. Tað váttar hann fyri VP.fo
Jørgen Niclasen leggur frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, tí hann er tikin fyri rúsdrekkakoyring
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.02.2022 - 17:21

- Eg hevði drukkið um kvøldið og morgunin eftir fór eg óumhugsað í bilin og koyrdi at keypa morgunbreyð. Varð steðgaður av løgregluni, sum bað meg blása og vísti mær so at har stóð "positiv".

Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, í samrøðu við VP.fo

Jørgen Niclasen tekur avleiðingarnar og leggur frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. 

Jørgen Niclasen sigur við VP.fo, at hann bíðar eftir svarinum upp á blóðroyndina, ið varð tikin. 

- Hetta er eitt mistak, eg havi gjørt, og taki eg tí fulla ábyrgd í stundini, sigur Jørgen Niclasen

- Eg havi heitt á løgmann um at loysa meg úr starvi sum landsstýrismaður, sigur Jørgen Niclasen at enda við VP.fo.

Christian Andreasen, tingbólkaformaður hjá Fólkaflokkinum, sigur í stuttari viðmerking við Kringvarpið, at tíðindini eru nýggj fyri hann, men at hann skjótast gjørligt fer at kalla tingbólkin saman at viðgera støðuna.

Løgmansskrivstovan boðar í kvøld í tíðindaskrivi frá, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.

Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi.

Sambært fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 2 frá 6. januar 2022 § 44 stk. 3, røkir løgmaður fyribils fíggjarmál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835