Amerikanskir rískiborgarar í Hvítarusslandi eiga at sleppa sær úr landinum

Amerikanskir rískiborgarar í Hvítarusslandi eiga at sleppa sær úr landinum
Amerikanskir ríkisborgarar í Hvítarusslandi hava fingið boð um at fara úr landinum, tí Russland savnar herdeildir hvítarussisku megin markið til Ukraina
Russiskir stríðsvognar venja í sambandi við eina møguliga innrás í Ukraina
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.02.2022 - 08:45

Amerikanska uttanríkisráðið hevur givið amerikanskum ríkisborgarum boð um at fara úr Hvítarusslandi, tí Russland savnar herdeildir hvítarussisku megin markið til Ukraina.

Amerikanskir ríkisborgarar eiga at fara úr Hvítaruslandi við tað sama, á ein ella annan hátt, eru boðini frá uttanríkisráðnum, skrivar Ritzau.

USA hevur samstundis broytt ferðavegleiðingina fyri Moldova.

Frárátt verður amerikanskum ríkisborgarum at fara til Moldova, tí støðan á markinum við Ukraina er spent.

Boðini frá amerikansku myndugleikunum koma tvær vikur eftir, at amerikanska stjórnin bað skyldfóilk hjá amerikanarum, sum eru í diplomatiskum starvi í Hvítarusslandi, um at fara úr landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962