Altjóða orkustovnurin ávarar Russland um at avmarka gassútflutningin til ES

Altjóða orkustovnurin ávarar Russland um at avmarka gassútflutningin til ES
Tað kann raka russiska búskapin meint, um Russland velur at avmarka útflytningin av gassi til Evropa, sigur stjóri í altjóða orkustovninum IEA
Russisk herskip venja í Svarta havinum, nú spenningurin millum Russland og Vesturheimin økist alsamt
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.02.2022 - 12:10

Tað kann koma Ruslandi aftur um brekku, um landið ger av at avmarka útflutningin av gassi til Europa. Tí tað kann raka russiska búskapin meint.

Tað sigur stjórin í altjóða orkustovninum, IEA, sambært NTB.

Londini í ES stúra fyri, at Vladimir Putin, forseti, fer at geva boð um at avmarka søluna av gassi til Europa, um londini seta tiltøk í verk ímóti Ruslandi.

Tí eru londini í ES farin at leita eftir gassi í øðrum londum.

 

Russland fær ringt orð á seg

Stjórin í IEA, Fatih Birol, sigur, at um Rusland fer at minka søluna av gassi til Europa, so kemur tað illa við hjá russiska búskapinum.

- Um Rusland ikki heldur tær avtalur um gass, sum eru gjørdar, so fær landið ringt orð á seg, sum samstarvsland, og tað er ongantíð gott, sigur Fatih Birol í samrøðu við The Guardian.

Hann sigur seg eisini vænta, at londini í ES fara at leita eftir rojku í øðrum londum, sum tey ikki hava fyri neyðini at keypa gass úr Ruslandi.

Russland er landið, sum letur mest gass til ES londini. Noreg letur næstmest, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835