Putin: Uppskot hjá Macron kanska ein gongd leið

Putin: Uppskot hjá Macron kanska ein gongd leið
Franski forsetin, Emmanuel Macron, hitti russiska starvsbróður sín í Moskva í gjár
Putin og Macron hittust í Moskva í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.02.2022 - 10:04

Russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur eitt uppskot til loysn á ósemjuni í Evropa, sum franski forsetin, Emmanuel Macron, legði fyri hann í gjár, er kanska ein gongd leið.

Tað segði russiski forsetin eftir ein fund millum teir báðar í Moskva í gjár, sum vardi í fimm tímar.

Putin sigur, at fundurin var góður, og at nøkur av uppskotunum hjá Macron um trygdina í Evropa kunnu nýtast.

 

Tíðin ikki búgvin enn

- Tað er ov tíðliga at tosa um nøkur av uppskotunum hjá Macron, men tá tíðin er búgvin, kunnu tey nýtast, segði russiski forsetin á felags tíðindafundi eftir toppfundin.

Macron segði, at tað vóru viðurskifti, sum tosað vóru um á fundinum, og sum framhaldandi kann tosast um, men hann viðgekk, at semja er ikki um fleiri viðurskifti.

Vladimir Putin boðaði frá, at hann og Macron skulu tosa saman í telefon, eftir at franski forsetin hevur vitjað í Ukraina í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097