Jens Stoltenberg verður tjóðbankastjóri í Noregi

Jens Stoltenberg verður tjóðbankastjóri í Noregi
Hann tekur við starvinum 1. oktober. Andstøðan sigur, at setanin er óheppin, og tjóðbankin kann verða stýrdur politiskt
Jens Stoltenberg er aðalskrivari í Nato, men í heyst verður hann tjóðbankastjóri í Noregi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.02.2022 - 13:57

Jens Stoltenberg verður nýggjur tjóðbankastjóri í Noregi.

Jens Stoltenberg hevur seinastu átta árini verið aðalskrivari í NATO. Hann heldur fram í hesum starvinum til 1.oktober, tá hann  tekur við sum tjóðbankastjóri. 

Jens Stoltenberg er royndur politikari í Noregi. Umframt at hava verið formaður í Arbeiðaraflokkinum, hevur hann verið forsætisráðharri í tveimum umførum, frá 2000 til 2001 og aftur frá 2005 til 2013. 

Á tíðindafundi í dag boðaði Stoltenberg frá, at hann heldur fram at vera limur í Arbeiðaraflokkinum. 62 ára gamli Stoltenberg hevur verið limur í flokkinum, síðani hann var 14 ára gamal. 

Tætt samband við stjórnina

Tað vekir ans, at Jens Stoltenberg hevur fingið starvið sum tjóðbankastjóri, tí hann hevur havt tætt samband við stjórnina og Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra.

Andstøðulimir hava eitt nú víst á, at avgerðin um at seta Jens Stoltenberg er óheppin, og kann tulkast sum ein flokssetan. 

Stúrt verður fyri, at norski tjóðbankin verður stýrdur politiskt, og at Stoltenberg fer at taka politisk atlit, tá rentan skal ásetast.

Fyrrverandi politikarar hava ikki verið stjórar í norska tjóðbankankanum síðani seinna heimsbardaga.  

Seinastu mongu árini hevur dentur verið lagdur á at hava ein politiskt óheftan banka, og fíggjarkøn fólk hava røkt stjórastarvið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097