
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danska stjórnin er umskipað

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur umskipað donsku stjórnina, og fyri løtu síðani var hon hjá drotningini við nýggju ráðharrunum.
Benny Engelbrecht, sum hevur verið flutningsmálaráðharri, hevur lagt frá sær, tí Eindarlistin, sum er ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, boðaði í gjár frá, at flokkurin hevur ikki longur álit á Benny Engelbrecht.
Eitt mál um útlát í eini avtalu um undirstøðukervi hevði við sær, at tey søgdu seg seg hava mist álitið á honum.
Nýggjur flutningsmálaráðharri verður Trine Bramsen, sum hevur verið verjumálaráðharri.
Mortan Bødskov, sum hevur verið skattamálaráðharri, verður nýggjur verjumálaráðharri.
Og Jeppe Bruus, sum hevur verið politiskur framsøgumaður hjá sosialdemokratiska flokkinum á fólkatingi, verður nýggjur skattamálaráðharri.
Trine Bramsen verður nýggjur flutningsmálaráðharri.