Orban hittir Putin

Orban hittir Putin
Á skránni fyri fundin er kreppan í Ukraina, men eisini handil, orka og mentan, upplýsir Kreml
Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, fer at hitta russiska forsetan, Putin, í Moskva.
 
01.02.2022 - 08:49

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, fer í dag til Moskva, har hann skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin. 

Á skránni fyri fundin er kreppan í Ukraina, men eisini handil, orka og mentan, upplýsir Kreml.

Hetta verður fyrsti fundur andlit til andlits millum russiska forsetan og leiðara í einum Nato-landi, eftir at støðan er vorðin spentari millum Russland og Vesturheimin orsakað av støðuni í Ukraina.

Orban hevur ikki verið so avgjørdur, sum Nato og ES hava verið um kreppuna í Ukreina.

Ungarn gjørdist limur í Nato í 1999 og í ES í 2004. 

Ungarn er grannaland hjá Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097